Hurry Curry! er eitt samvirkandi, fleirspælara spæl um matgerð. Tú arbeiðir á einum matstovu, og tekur móti bílleggingum, ger ymsar rættir og serverar mat til kundar. Men tak tær ikki ov langa tíð at gera hendan matin, tí kundarnir verða møguliga ótolin. Spælið er frítt forrit, løggildið undir AGPL 3.0 einans.
Yvirlit av spælinum
Kundar koma inn í tína matstovu og bíleggja umsar rættir. Tín uppgáva er at samanseta hesar rættirnar við at skera, kóka, baka, steikja og samanseta tilfar í køkinum. At vera fleirvirkin er neyðugt, men tað kann leiða til at matur brennir, ella at kundar fara um tað tekur ov leingi. Har eru nógvir ymiskir matstovu/køksuppsetingar at velja millum.
Eginleikar
Framkomið nýggjasta nýggja matgerðar simulatiónir, við 26 ymsar uppskriftir! Kók, bak og høgg til hjartans nøgdsemi. Lat ikki kundarnir hungra!
Jú meir kokkar, jú betri! Hald skil á hurlivasinum við samskipan og samskifti. Hevur tú ongar vinir? Eingin trupulleiki! Hurry Curry hevur bottar til júst hesa støðuna, sum gleða seg at spæla við teg ístaðin.
Gjøgnumskoða meir enn 20 einstakar matstovur, hvør við sínar egnu avbjóðingum og forðingum. Frá borð, ið blokera tín veg til rullubond, ið senda mat til kundar av sær sjálvum — ymsu støðini fara sanniliga at halda tær á uppi á fótaspísk!
Punktuellan matútsending verður afturlønt! Hvør bana hevur ein leiðaratalva, sum vísur tær bestu renningarnar higartil, sum letur teg lættiliga at síggja tína støðu í mun til støðuna hjá øðrum. Um tú vilt, tað er.
Hvussu tað riggar
Nærkast kundar fyri at taka móti teirra bíleggingum.
Ger eftirspurdar rættir til reiðar í køkinum.
Gev matin og savna stig.
Hvussu man spælir
Fyrst skalt tú uppseta spælið við at nýta ein av møguleikunum herundir. Síðani skalt tú sambindast við ein servari inni í spælinum. Fyri mest stuttleikan, burdi tú bjóðað nøkrum vinfólki at spæla við.
Tá ið øll eru klár, vel eitt stað at spæla, og byrja spælið. Um tú ert ein, so er "Sophomore" staðið tilmælt. Víðari vegleiðing fyri stýring og uppskriftir eru vístir ímeðan tú spælir.
Innlegging
Installer ella dagfør spælið við at velja røttu niðurtøku valmøguleikin herundir.
Núverandi útgáva er 3.1.1. See what´s new in this version!
Linux
Windows
Android
| Staklutur | Forsniða | Tak niður |
|---|---|---|
| Klientur | APK, aarch64 | |
| Klientur | APK, armv7 | |
| Klientur | APK, x86_64 | |
| Klientur | APK, i686 |
Onnur
Community
Looking for someone to play with? There are matrix chat rooms for game-related discussion.
Hjálp til
Tú kanst hjálpa við at gera spælið betri við at veita kotu gjøgnum pull requests á Codeberg.
Tú kanst eisini yvirseta spælið til títt mál á Codeberg’s Weblate.


